Dadlukúlur

1.2K
Í STUTTUM
Lekkrar dadlukúlur við mandlum, so tú kanst eta konfekt við góðari samvisku.

Dadlukúlur

Portiónir 30 stk
Fyrireiking 15 minutes
Hvílitíð 30 minutes
Tíð tilsamans 45 minutes

Tilfar

  • 100 gr mandlur
  • 400 gr dadlur
  • 50 gr kakao
  • 3 spsk vatn
  • 300 gr ODENSE Hvid Overtræk
  • 1 bl ODENSE Hindber Hallon

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Tak eina hvirlu, og koyr mandlurnar í. Hakka tær fínar.
  • Koyr síðan dadlurnar, kakao og vatnið í, og hakka til tað er ein fastur massi.
  • Tak smá pettir úr og rulla til kúlur.
  • Smelta hvítu sjokuladuna, og dyppa kúlurnar í.
  • Drússa fyrstturkaðu hindberini omanyvir hvítu sjokuladuna.

Notes

Um tú ikki ert til hvíta sjokuladu, so finnst ‘Overtræk’ sjokulada eisini í ljósari og myrkari sjokuladu.
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close