
Cookies
Tilfar
- 115 gr sukur
- 150 gr farin
- 115 gr smeltað smør
- 1 stk egg
- 1 tsk vaniljupasta
- 170 gr mjøl
- 10 gr kakao
- ½ tsk natron
- ½ tsk salt
- 175 gr ODENSE Hvide Chocoladeknapper
- 175 gr ODENSE Mørke Chokoladeknapper
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing:
- Rør sukri, farin og smeltaða smørið saman.
- Rør so eggið og vaniljuna saman við.
- Síla mjølið, kakao, natron og salt í, og rør so saman. Um deiggið virkar ov vátt, so kanst tú koyra meira mjøl í. Deiggið skal vera fast (sí filmsvegleiðingina).
- Stilla á køl í 30 min.
- Rulla deiggið í kúlur og legg á bakiplátu við bakipappírið á. Minst til at hava gott pláss millum, tí tær gerast nógv størri í ovninum. Eg gjørdi stórar, og tá er pláss til 6 á eini plátu.
- Baka í 12 min á 160°. Bakitíðin kann ymisk, alt eftir støddini á kúlunum.
Notes
Til ber at frysta deiggið í kúlum, so kanst tú taka upp, so hvørt hugurin er til nýbakaðar cookies.