Síla mjølið, kakao, natron og salt í, og rør so saman. Um deiggið virkar ov vátt, so kanst tú koyra meira mjøl í. Deiggið skal vera fast (sí filmsvegleiðingina).
Stilla á køl í 30 min.
Rulla deiggið í kúlur og legg á bakiplátu við bakipappírið á. Minst til at hava gott pláss millum, tí tær gerast nógv størri í ovninum. Eg gjørdi stórar, og tá er pláss til 6 á eini plátu.
Baka í 12 min á 160°. Bakitíðin kann ymisk, alt eftir støddini á kúlunum.
Notes
Til ber at frysta deiggið í kúlum, so kanst tú taka upp, so hvørt hugurin er til nýbakaðar cookies.