Bonne Maman ísur

2.2K
Í STUTTUM
Ein frísklig nýtulking av kenda Eskimo ísinum. Nú bara enn lekkrari við hvítari sjokuladu og súltitoy frá Bonne Maman.

Bonne Maman ísur

Portiónir 12 stk
Fyrireiking 30 minutes
Frystitíð 8 hours
Tíð tilsamans 30 minutes

Tilfar

  • 300 gr ODENSE Hvid Chocolade 200gr í hvørjum pakka
  • 1 bl ODENSE Hindber Hallon
  • 1 bl Bonne Maman – 4 Fruits
  • 1 pk Róma
  • 200 gr kondenserað mjólk

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Sjokuladaskál

  • Smelta fyrst 150gr av hvítari sjokuladu.
  • Drússa eitt sindur av hindberdrúss í hvønn form.
  • Smyr síðan sjokuladuna í formarnar. Lat sjokuladuna storkna í frystiboksini í 10 min.

Ísblanding

  • Píska ein pakka av róma lætt.
  • Rør síðan 200gr kondenseraða mjólk og 150gr av Bonne Maman 4 fruits saman við rómanum.

Samling

  • Koyr fyrst eina tsk av Bonne Maman 4 fruits í hvørja sjokuladaskál.
  • Stoyt síðan ísblandingina í sjokuladaskálina. GG! Fyll ikki heilt upp, tí har skal vera pláss til ein sjokuladabotn.
  • Lat frysta í uml. 2 tíma, áðrenn tú gert botnin.
  • Smelta síðan 150gr av hvítari sjokuladu og stoyt omaná ísblandingina.
  • Stilla síðan í frystiboksina í minsta lagi 6 tímar.

Notes

Til ber at variera uppskriftina við at brúka Odense Mælke- ella Mørk chocolade.
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close