Rittersport-ísur

1.4K
Í STUTTUM
Ein ísur, ið smakkar eins væl og hann sær út. Og tú etur ikki bara ein... Mmm...

Rittersport-ísur

Portiónir 12 ísar
Fyrireiking 15 minutes
Hvílitíð 2 hours 20 minutes
Tíð tilsamans 2 hours 35 minutes

Tilfar

  • 3 pk RITTER SPORT Fine Milk Chocolate (100g í hvørjum pakka)
  • 1 pk RITTER SPORT Praline (100g í hvørjum pakka)
  • 1 pk róma
  • 200 g kondenserað mjólk
  • 100 g NÓA Kropp í Rjómasukkuláði (150g í pakkanum)
  • 50 g ODENSE Hvide chocoladeknapper med karamel (115g í pakkanum)

Vegleiðing

  • Smelta knapparnar og koyr í ein lítlan sproytiposa.
  • Sproyta nakrar strípur niður í formarnar og stilla kalt.
  • Hakka tveir pakkar av mjólkasjokulátuni og smelta hana í mikrooveni ella yvir vatnbaði.
  • Fyll sjokulátuna í silikonformar eftir egnum ynski. Í hesi uppskriftini eru talan um silikon muffinformar.
  • Lat sjokulátuna storkna í frystiboksini í uml. 10 min.
  • Píska fyrst róman lættan, og píska síðani kondenseraðu mjólkina saman við rómanum.
  • Smelta Praline sjokulátuna og vend hana í rómablandingini. Rør eisini Nóa Kropp kúlurnar í.
  • Tak silikonformarnar úr frystiboksini og fyll formarnar við rómablandingini. GG: Her er smart at nýta skeið, soleiðis at tú fært kúlurnar við í formin.
  • Fyll formarnar, men tó ikki heilt, tí tað skal vera pláss fyri at koyra sjokulátuna omaná at enda.
  • Stilla síðani formarnar inn aftur í frystiboksina og lat frysta í 2 tímar.
  • Smelta restina av mjólkasjokulátuni og fyll hana omaná í formin – fyri at skapa ein botn
  • Lat síðan storkna í frystiboksini í 10 min. afturat.
  • So er klárt at venda ísarnar úr formunum. Væl gagnist 🙂
Course: Ísar
Torleikastig: Miðal
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close