
Heit sjokulada bumba
Tilfar
- 200 gr ODENSE Mælkechocolade
- 180 gr sukur
- 60 gr mjólkapulvur sum man brúkar í kaffi.
- 90 gr kakaopulvur
- 1 pk mini skúmgæti
- 20 gr ODENSE Hvide Chocoladeknapper
- 1 pk mjólk
Vegleiðing
- Filmsvegleiðing.
Sjokulada hálvkúlur
- Hakka sjokuladuna og smelta hana í mikroovni.
- Stoyt sjokuladuna í hálvkúluformar, og smyr upp á kantarnar.
- Stilla í frystiboksina fyri at sjokuladan skal storkna skjótt.
- Um sjokuladan er ov tunn, er trupult at fáa hana úr formunum uttan at knekka, so kann man smyrja eitt tunt lag av sjokuladu afturat.
Kakaoblanding
- Blanda sukur, mjólkapulvur, kakao og salt í eina skál, og stilla til síðis.
Samling
- Tak hálvkúlurnar úr forminum, og koyr 2 spsk av kakaoblandingini í.
- Omaná skal 1 spsk av smáum skúmgæti.
- Hita eina tóma grýtu, og brúka síðan botnin til at smelta kantin á eini hálvkúlu, sum so hon smeltar saman við hinari, sum hevur kakaobladingina í.
- Smelta hvítu sjokuladuna, og lat hana í ein sproytiposa, og pynta toppin á kúlunum við hvítum strikum.
- Hita mjólk í eini grýtu, og stoyt síðan í ein kopp.
- Slepp eina kúlu niður í heitu mjólkina, og rør til alt eru upployst.
- Nú er bert eftur at njóta lekkru heitu sjokuladuna.
Notes
Um tað verður ov søtt, kann man koyra meira mjólk í.