Lat aftur
Printa út
Mynd av uppskriftini
Mannagongdsmyndir
Viðmerkingar
Smaller
Normal
Larger
Heit sjokulada bumba
Portiónir
3
stk
Fyrireiking
30
minutes
min
Bakitíð
0
minutes
min
Hvílitíð
30
minutes
min
Tíð tilsamans
1
hour
tíma
Tilfar
200
gr
ODENSE Mælkechocolade
180
gr
sukur
60
gr
mjólkapulvur
sum man brúkar í kaffi.
90
gr
kakaopulvur
1
pk
mini skúmgæti
20
gr
ODENSE Hvide Chocoladeknapper
1
pk
mjólk
Vegleiðing
Filmsvegleiðing.
Sjokulada hálvkúlur
Hakka sjokuladuna og smelta hana í mikroovni.
Stoyt sjokuladuna í hálvkúluformar, og smyr upp á kantarnar.
Stilla í frystiboksina fyri at sjokuladan skal storkna skjótt.
Um sjokuladan er ov tunn, er trupult at fáa hana úr formunum uttan at knekka, so kann man smyrja eitt tunt lag av sjokuladu afturat.
Kakaoblanding
Blanda sukur, mjólkapulvur, kakao og salt í eina skál, og stilla til síðis.
Samling
Tak hálvkúlurnar úr forminum, og koyr 2 spsk av kakaoblandingini í.
Omaná skal 1 spsk av smáum skúmgæti.
Hita eina tóma grýtu, og brúka síðan botnin til at smelta kantin á eini hálvkúlu, sum so hon smeltar saman við hinari, sum hevur kakaobladingina í.
Smelta hvítu sjokuladuna, og lat hana í ein sproytiposa, og pynta toppin á kúlunum við hvítum strikum.
Hita mjólk í eini grýtu, og stoyt síðan í ein kopp.
Slepp eina kúlu niður í heitu mjólkina, og rør til alt eru upployst.
Nú er bert eftur at njóta lekkru heitu sjokuladuna.
Notes
Um tað verður ov søtt, kann man koyra meira mjólk í.
Torleikastig:
Miðal