Deil vaniljustongina í helvt og skava kornini úr. Tak eina tsk av sukur, og rør vaniljukornini væl saman við sukrinum. Hetta fyribyrgir at kornini klumpast saman.
Píska róman saman við kondenseraðu mjólkini og vaniljusukrinum. Stilla so til síðis.
Sjokulátaísur:
Píska róman saman við kondenseraðu mjólkini og kakao.
Vend síðan sjokulátuna í, og stilla til síðis.
Samling:
Sproyta karamelsósina í ein sproytiposa, og klipp ein stórt hol á.
Tak eitt ílat, sum kann í frystiboksina. Tak eina stóra skeið og deil vanilju- og sjokulátablandingina javnt í ílatið.
Sproyta stórar karamelklumpar ymsastaðni í ísblandingina.
Fryst í í minsta lagið 6 tímar.
Nú er klárt at servera - Annaðhvørt í skálir ella í ísvaflir.