Lat aftur

Laktosufrí sjokulátakøka

Portiónir 12 fólk
Fyrireiking 30 minutes
Kølitíð 5 hours
Tíð tilsamans 5 hours 30 minutes

Tilfar

Krem

  • 325 gr Moo Free baking drops
  • 245 ml róma
  • 140 gr laktosufrítt smør
  • 100 gr flormelis
  • 1,5 tsk vaniljuekstrakt
  • ¼ tsk salt

Botnar

  • 70 gr kakao
  • 1 tsk instant kaffi
  • 120 ml kókað vatn
  • 180 gr laktosufrítt smør bleytt
  • 150 ml olju
  • 180 gr sukur
  • 180 gr farin
  • 6 egg
  • 120 ml laktosufrítt reint jogurt
  • 300 gr mjøl
  • 1½ tsk natron
  • 1 spsk edik

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Krem:

  • Koyr alt í eina grýtu og hita tað á miðal hita til alt er smeltað.
  • Síla gjøgnum eina síl, so ongin klumpur er í kreminum.
  • Legg film omaná kremið og stilla á køl til dagin eftir.

Botnar:

  • Rør kakao, kaffi og heitt vatn væl saman og lat kølnað.
  • Rør síðan smør, olju, sukur og farin í.
  • Píska so 3 egg í deiggið til tað er rørt saman. Síðan hini trý aftaná.
  • Rør at enda jogurt, mjøl og vanilju saman við.
  • Tak síðan eitt glas og rør natron og edikk saman, og rør tað síðan í deiggið.
  • Deil deiggið í 2 formar og baka í uml 35-40 min á 180℃.
  • Lat botnarnar kølnað heilt.
  • Samlað síðan køkuna. Byrja við einum botnið og smyr krem omaná. Legg hin botnin omaná og smyr síðan toppin og síður við kreminum.

Notes

Kakan kann eisini gerast mjólkafrí við at býta smør, jogurt og róma út við eitt mjólafrítt alternativ. Moo Free sjokulátan er mjólkafrí.
Torleikastig: Miðal