Elta marcipan, sukur og eggjahvíta saman. Pakka tað inn í film, og legg í køliskápið yvir nátt.
Dagin eftir: Sker deiggið í minni pettir, og rulla tað til pylsir, sum eru umleið 1,5 djúkkar.
Fyrsta pettið skal vera 8 cm langt, síðan skal tað vaksa við 2 cm fyri hvørt pettið. Tvs. at tú hevur pettir á 8 cm, 10 cm, 12 cm, 14 cm osfr. tað endar á umleið 32 cm.
Legg síðan eitt petti á borðið og brúka niðasta pettið á hondini og leystliga banka tað flatt á einari síðu. (Sí filmsvegleiðing). Um tað setur seg fast á borið, kanst tú skava ein knív undir.
Vend tí, so spíski parturin vendir upp, og trýst endarnar saman, so tað verður ein ringur. Endurtak hetta við øll pettini.
Tak ein lítlan klump av deiggið, og rulla tað til eina kúlu. Legg hana á bakiplátuna, og trýst eitt sindur á hana. Hetta verður toppurin.
Tá at er komið á bakiplátuna, tak eitt pretti ella okkurt flatt, og leystliga trýst tað omanyvir, so toppurin verður javnur.
Bakað á 210° til tað verður gylt. Halt eyga við tí allatíð, so tað ikki brennist.
Lat kølna heilt.