Lat aftur

Bananrullukaka við Caramel Spread

Fyrireiking 10 minutes
Bakitíð 8 minutes
Køl 20 minutes
Tíð tilsamans 38 minutes

Tilfar

  • 3 stk egg
  • 175 gr sukur
  • 1½ spsk kakao
  • 1 spsk mjøl
  • 35 gr eplamjøl
  • 1 tsk bakipulvur
  • 1 pk róma
  • 2 stk bananir
  • 1 bl Bonne Maman - Caramel Spread

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:

Botnur

  • Píska egg og sukur væl saman.
  • Síðan síla kakao, bakipulvur, mjøl og eplamjøl og vend tað í.
  • Stoyt á eina plátu við bakipappír, og baka í 8 min á 200°.
  • Drússa sukur á eitt bakipappír.
  • Tá botnurin er liðugur, skal hann vendast á sukri.
  • Legg eitt vátt og kalt viskistykkið omaná botnin, og lat hann kølna.

Fylla

  • Tá botnurin er kølnaður, tak bakipappírið av.
  • Smyr síðan við Caramel Spread, og so pískaðum róma.
  • At enda legg skornar bananir omaná.
  • Brúka so bakipappírið at rulla kakuna við.
Torleikastig: Lætt