
Cookies við karamell og sjokulátu
Tilfar
- 100 g ODENSE Mørk chokolade (55%)
- 125 g smør
- 125 g putursukur
- 100 g sukur
- 1 egg
- 1 ssk vanilusukur
- 150 g hveitimjøl
- 1 tsk bakipulvur
- ¼ tsk salt
- 75 g ODENSE Chokolade Chunks (100 g í pakkanum)
- 115 g ODENSE Hvide Chokoladeknapper med karamell (115 g í pakkanum)
- 125 g ODENSE Karamel fudge (85 g í pakkanum)
Vegleiðing
- Tilfar:

- Tendra ovnin á 160° (heitluftsovni) ella 175° (vanligum ovni).
- Hakka og smelta tí myrku sjokulátuna (55%) yvir vatnbaði.
- Rør smør, putursukur og sukur saman til tað er bleytt og kremut.
- Píska eggið í og rør síðani tí smeltaðu sjokulátuna í.
- Koyr vaniljusukur, hveitimjøl, bakipulvur og salt í og rør deiggið skjótt saman. Blaka sjokulátachunks, hvítu sjokulátaknapparnar og karamellfudgið í.

- Rør saman til tilfarið er nøkunlunda javnt býtt.

- Legg bakipappír á tvær bakiplátur og rulla deiggið í 16 kúlur. Legg kúlurnar á bakipláturnar við rímiligari frástøðu.

- Baka køkurnar í uml. 18 min. ella inntil tær eru broysknar í kantunum, men bleytar í miðjuni.

- Lat tær kølna heilt, áðrenn tú borðreiður. Væl gagnist! 🙂
