
Rittersport-ísur
Tilfar
- 3 pk RITTER SPORT Fine Milk Chocolate (100g í hvørjum pakka)
- 1 pk RITTER SPORT Praline (100g í hvørjum pakka)
- 1 pk róma
- 200 g kondenserað mjólk
- 100 g NÓA Kropp í Rjómasukkuláði (150g í pakkanum)
- 50 g ODENSE Hvide chocoladeknapper med karamel (115g í pakkanum)
Vegleiðing
- Smelta knapparnar og koyr í ein lítlan sproytiposa.

- Sproyta nakrar strípur niður í formarnar og stilla kalt.

- Hakka tveir pakkar av mjólkasjokulátuni og smelta hana í mikrooveni ella yvir vatnbaði.
- Fyll sjokulátuna í silikonformar eftir egnum ynski. Í hesi uppskriftini eru talan um silikon muffinformar.

- Lat sjokulátuna storkna í frystiboksini í uml. 10 min.
- Píska fyrst róman lættan, og píska síðani kondenseraðu mjólkina saman við rómanum.
- Smelta Praline sjokulátuna og vend hana í rómablandingini. Rør eisini Nóa Kropp kúlurnar í.

- Tak silikonformarnar úr frystiboksini og fyll formarnar við rómablandingini. GG: Her er smart at nýta skeið, soleiðis at tú fært kúlurnar við í formin.
- Fyll formarnar, men tó ikki heilt, tí tað skal vera pláss fyri at koyra sjokulátuna omaná at enda.

- Stilla síðani formarnar inn aftur í frystiboksina og lat frysta í 2 tímar.
- Smelta restina av mjólkasjokulátuni og fyll hana omaná í formin – fyri at skapa ein botn
- Lat síðan storkna í frystiboksini í 10 min. afturat.

- So er klárt at venda ísarnar úr formunum. Væl gagnist 🙂
