
Smákøkur við sjokulátaknappum
Tilfar
- 500 g mjøl
- 400 g margarin
- 150 g flormelis
- 1 pk ODENSE Chokoladeknapper – mørk (150 g í pakkanum)
Vegleiðing
- Hetta er tilfarið, ið skal nýtast:

- Rør mjøl, margarin og flormelis saman. Má eltast væl. Rulla tad út til 2 rullir, og síðani skulu rullurnar inn í køliskápið at standa í 2 tímar.

- Aftaná 2 tímar tekur tú rullurnar út og sker tær í tunnar skivur. Legg skivurnar á bakipappír.

- Legg 2-3 knappar av sjokulátu á hvørja skivu og koyr tær í ovnin á 200° í umleið 10 min ella inntil kantarnir eru brúnkaðir eitt vet.
