Valentineshjørtu

1.1K
Í STUTTUM
Vegurin til hjartað á manninum er gjøgnum búkin, so lat hann forelskað seg í tær við hesum leskiligu valentineshjørtunum.

Valentineshjørtu

Portiónir 60 stk
Fyrireiking 45 minutes
Bakitíð 8 minutes
Kølitíð 15 minutes
Tíð tilsamans 1 hour 8 minutes

Tilfar

  • 230 gr smør bleytt
  • 200 gr farin
  • 100 gr sukur
  • 2 stk egg
  • 2 tsk vaniljuúrdrátt
  • 1 tsk salt
  • 1 tsk bakipulvur
  • 600 gr mjøl
  • 200 gr ODENSE Hvid Overtræk
  • 100 gr flormelis
  • 20 gr pasteuriseraðir eggjahvítar
  • 5-8 dropar ljósareyðari gelefarvu
  • 50 gr ODENSE Hindber Hallon

Vegleiðing

  • Filmsvegleiðing:
  • Blanda farin, sukur og bleytt smør.
  • Síðan blanda egg, og vaniljuúrdrátt saman, og koyr eitt og eitt egg í, meðan tað pískar. Minst til at skava kantarnar av og á.
  • Rør síðan bakipulvur og salt saman við mjølinum, og koyr í restina; eitt sindur í senn.
  • Tá deiggið er væl rørt saman, so tað sleppur bollanum, skal tað rullast út millum tvey bakipappír. Rulla tað uml. 8mm tunt.
  • Stykkja smá hjørtu út, og bakað í uml. 8 min á 180°.
  • Lat kølnað.
  • Smeltað síðan hvítu sjokuladuna, og dyppað helvtina av hjartanum í.
  • Rør flormelis, eggjahvítan og gelefarvuna saman við eini skeið, og koyr í ein sproytiposa við einum lítlum holi í, og pyntað hina helvtina av hjartanum við strikum. Drússað síðan við hindberdrúss.
Torleikastig: Lætt
Like
Close
Mangatakk.fo © Copyright 2025
Close